BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 18.06.2019

Framsýning: Smátt - men stórt

21.05.2019







Vit eru altíð umgird av smáum djórum uttan mun til, um vit eru úti ella inni. Klukkur, eiturkoppar, mýggjabitar og onnur smákykt eru so mikið smá, at vit nóg illa geva okkum far um tey. Hóast lítlu støddina eru mong, sum kortini føla andstygd, tá tey koma í samband við og tætt at djórunum. Tjóðsavnið vil við hesi framsýning geva fólki møguleikan at síggja hesi djórini á ein øðrvísi hátt; at kalla andlit til andlits.

Tjóðsavnið hevur við nýggjari framkomari útgerð tikið nærmyndir av nøkrum av vanligastu smákyktunum úr okkara nærumhvørvi. Úrslitið er henda stórfingna myndaframsýning við skordýrum, eiturkoppum og øðrum spennandi ryggleysum djórum.

Hóast djórini so nær við kunnu síggja øgilig út, so munnu flestu okkara ásanna, at talan er um sera bergtakandi verur við alskyns litum og skapum, nøkur loðin og onnur nakin, og ofta bera tey ófrættakendar limir og vøkstir. Úr okkara sjónarhorni eru kyktini smá, men hyggur tú nóg nær, so eru tey á sín hátt “stór”!

Framsýningin er í Vektarbúðini, Bakkavegur 23.

Framsýningin er opin hesar tíðir:
fríggjadagin 24. mai 2019 kl. 17:00 - 20:00
leygardagin 25. mai 2019 kl. 14:00 - 18:00
sunnudagin 26. mai 2019 kl. 14:00 - 18:00
mánadagin 27. mai 2019 kl. 10:00 - 14:00