BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

Gips má ikki brennast - Kunning frá IRF

05.09.2018

Gips má ikki brennast

Gips gevur sera dálkandi útlát frá sær, tá tað verður brent. Hugsið tí um umhvørvið og latið gips til tyrvingar - eisini allir smærri avskurðir. Gips er eitt náttúruligt tilfeingi, sum skal tyrvast.

Umframt at brenningin av gipsi gevur dálkandi útlát frá sær, fer tað eisini sera illa við Brennistøðina hjá IRF, tá ið gips verður brent.

Borgarar kunnu lata gips inn á kommunala endurnýtsluplássið. Sambært reglugerð frá Umhvørvisstovuni má gips ikki blandast saman við øðrum burturkasti. Gipsið skal latast inn í lokaðari bingju ella stórsekki, og tað er týdningarmikið, at regn ikki sleppur at gipsinum. 

Gipsið, sum kemur inn til IRF, verður tyrvt í mold á umhvørvisgóðkendum tyrvingarplássi, har tað ongan skaða ger á umhvørvið, av tí at tað, sum nevnt omanfyri, er eitt náttúrutilfeingi.

Meira kann lesast um skiljing og endurnýtslu av ymiskum burturkasti á www.irf.fo