BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Grannnakaffi 2017

10.03.2017





Grannakaffi verður í Miðhøllini leygardagin 11. mars 2017
Opið er kl. 13 og 16.

Í sambandi við at Krabbameinsfelagið skipar fyri átakinum Grannakaffi, ynskja vit at bjóða øllum Vestmenningum til ein drekkamunn og eitt hugnaligt prát í Miðhøllini leygardagin 11. mars 2017 millum kl. 13 og 16.

Vit, vertirnir, bjóða ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og gestirnir kunnu lata eina peningagávu eftir førimuni, í trúnaði. 

Allur innkomni peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið og hvør króna ger mun.

Kl. 15.00 Evelyn, Marjun og Svanna greiða frá um Team Rynkeby 2017

Vinarliga fyrireikararnir
Súsanna og Maud