BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Guðstænasta 12. aug. 2018 við Jørgen Seiergaard

09.08.2018





 

11. sunnudag eftir Tríeindardag, 12. august 2018 kl. 11.00, verður guðstænasta í Vestmanna kirkju, har kendi danski presturin Jørgen Sejergaard prædikar og Jákup Erlingson Petersen er liturgur. Hendan dagin er skriftarmál og altargongd í Vestmanna kirkju. 

Jørgen Sejergaard vitjar í løtuni í Vestmanna saman við konu síni. Dagliga starvast hann sum prestur í Karlebo Sogn í Norðursælandi í Danmark. Jørgen Sejergaard hevur undirvíst og skrivað bøkur um ymisk evni sum t.d. Jesu uppreisn. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja