BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 26.03.2019

LÝSINGAR

-

Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2018

20.12.2018

Hagtølini fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2018 eru nú gjørd. Tú kanst lesa hagtølini viðheftu pdf-fílu niðanfyri.

11 bygdarráðsfundir vóru í 2018. Full uppmøting var til 10 fundir.

Tá ið avboð kemur til at møta á bygdarráðsfundi, verða boð givin til tiltakslimin. Í 2018 kom tað fyri 4 ferðir, at bygdarráðslimur ikki fekk møtt á bygdarráðsfundi. Varalimir møttu á fund í 3 av førunum.

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.
Í 2018 vóru 74 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 11 mál vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð.
Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur 2½ tíma.

 

Hagtøl fyri 2018.