BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Herit og Hervør við Tandlæger Uden Grænser

21.02.2017











Herit Magnussen og Hervør Hanusardóttir Durhuus vóru í síðstu viku í Gikongoro í Rwanda. Tær vóru við felagsskapinum TUG (Tandlæger Uden Grænser), har tær viðgjørdu  tenn og undirvístu í tannbusting og upplýstu um tannreinføri.

Í ferðalagnum vóru 30 tannlæknar og tannlæknaassistentar. Hesa vikuna viðgjørdu tey 407 sjúklingar, undirvístu í tannbusting og góvu út yvir 1.000 tannbustir.

Vestmanna Kommuna stuðlaði ferðini hjá Hervør og Herit við at lata eitt gebiss (fantom). Tær siga, at tey hava brúkt tað sera nógv, og eisini kom tað væl við, tí tað sum var á staðnum, var brotnað og eisini nógv minni og tí ikki líka væl egnað.