BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 26.03.2019

LÝSINGAR

-

Høli til lesandi á jólum

10.12.2018


Lesandi, sum koma heim til Vestmanna í jólafrí, kunnu aftur í ár ókeypis brúka hølir í Vestmanna Skúla í samband við lesnaðin.

Tá ið feriur eru, hava lesandi ofta uppgávur fyri ella skulu fyrireika seg til próvtøku, og tey hava tí tørv á at sita í friði og náðum fyri at arbeiða við hesum.
Vestmanna Kommuna bjóðar tí teimum lesandi at brúka hølir í Vestmanna Skúla í sambandi við lesnaðin.

Tey, sum hava tørv á at brúka hølini í Vestmanna Skúla í jólafrítíðini, kunnu venda sær til umsjónarmannin, sum svarar á tlf. 770 195.