OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 25.02.2020

LÝSINGAR

-


Innsavning av hvítum og reyðum posum

25.03.2020

 Innsavningin av hvítum og reyðum posum verður tikin uppaftur

Hvítu posarnir í norðaru helvt av Suðuroynni (Sandvík, Hvalba, Nes, Froðba, Tvøroyri, Trongisvágur, Ørðavíkarlíð, Ørðavík og Fámjin) verða tiknir í morgin, hósdagin 26. mars.

 Frá í næstu viku at rokna verður innsavningum av hvítum posum tikin uppaftur í øllum økinum hjá IRF. Innsavningin av reyðum posum verður eisini tikin uppaftur í næstu viku.

 Vit mæla framvegis til, at tit fylgja tiltøkunum niðanfyri:

  • Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
  • Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
  • Hugsið um hondreinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
  • Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.