BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

Jólatræið verður tendrað

27.11.2018

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 30. november kl. 17.00.

Ingi Olsen, formaður í Mentanarnevndini, heldur røðu.
Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Sangkór luttaka.
Jólamenninir koma við pakka til børnini.

Aftan á haldið verða øll boðin til kakao og bollar uttan fyri Staðið.

Jólasølan í Johnsa handli letur upp kl. 18.00. Eisini verður hugnaliga kaffistova í íbúðini, har ið høvi verður at keypa sær ein drekkamunn og ris a la mande. Opið verður til kl. 21.

Sí annars teigin Jól í Vestmanna á vestmanna.fo, har ið til ber at síggja yvirlit yvir øll tiltøk í Vestmanna í jólamánaðinum.