BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kirkjuráðsval 7. november 2017

02.10.2017

Kirkjuráðsval verður týsdagin 7. november 2017.
Atkvøtt verður í forkirkjuni í Vestmanna Kirkju, frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður og heimaval
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við mánadegnum 6. november 2017.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum hjá Ann Andreasen á tlf. 292002, í seinasta lagi sunnudagin 5. november 2017 kl. 12.00.

Valkort
Valkort verðasend øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 102, sum skjótast.

Tú skal hava valkortið við á valstaðið.

Valevnislistin til Kirkjuráðsvalið í Vestmanna Kirkjusókn:
Anna Elisa Johannesen, Bakkavegur 18
Eydna á Rógvi Simonsen, Byrgisvegur 15
Eyðun Leo, Sjóvartún 6
Finngerð Egilsnes Debes, Flatnavegur 5
Jóan Magnus Olsen, Bøgøta 22
Petur Joensen, Flatnavegur 4
Sigga Durhuus, Skálavegur 10
Sigrid Joensen, Fjalsvegur 24
Sveinbjørn Poulsen, Heygatún 13