BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.03.2019

Kolastykkið og Turkihúsið

12.04.2019

Kolastykkið og Turkihúsið í Vestmanna

Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi.

Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.

Tilboðið skal innihalda:

  • greiða lýsing av verkætlanini við neyðugum tekningum (vekting 70%)
  • greiða tíðarætlan (vekting 20 %)
  • kostnaðarmeting (íroknað keyp og matrikulering av lendi) og fígging (vekting 10%)

 Fyritreytir:

  • Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt og í seinasta lagi, áðrenn hetta árið er av.
  • byrjast skal uppá bygging í seinasta lagi eitt ár eftir, at tikið er av tilboði og sáttmáli gjørdur.
  • umhvørvið er trivnaðarumhvørvi, og verkætlanirnar skulu taka atlit til hetta.

Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu, Bakkavegur 8, 350 Vestmanna, í seinasta lagi tann 15. mai 2019, kl. 12.00.

Innkomnu tilboðini verða viðgjørd av arbeiðsbólki, sum ger tilmæli til bygdarráðið. Endalig støða verður tikin til innkomnu tilboðini á bygdarráðsfundi 28. mai 2019. Bygdarráðið skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu tilboðini, ella onki tilboð at velja.

 Áhugað, ið hava spurningar, kunnu venda sær til teknisku deild á tlf. 770105.

 Vestmanna Kommuna, 8. apríl 2019