BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Kom og syng við Vestmanna Sangkóri

15.08.2017

Skjótt byrjar nýggja sangárið hjá Vestmanna sangkóri. Í ár eru vit serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at vera við, tí vit ætla at víðka munandi um kórið - stuttligt hevði verið, um kórið aftur kundi blivið so stórt, sum tá ið Uffe Bærentsen byrjaði kórið fyri sløkum 40 árum síðani.

Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30-21.30, har ið vit hita upp, læra sangir, og í steðginum hugna vit okkum við einum drekkamunni. Umframt kórvenjingar framførir kórið m.a. til jólatiltøk, konsertir, guðstænastur, kórfestival, og í vár er ætlanin at fara uttanlands við kórinum. At syngja saman er eisini at hugna sær saman, og vit hava sjálvsagt bæði jólaveitslu og hugnakvøld annars, ið styrkja samanhaldið í kórinum.

Vestmanna sangkór hevur havt skiftandi kórleiðarar ígjøgnum árini. Tað er nú ungi og dugnaligi Benjamin Gaasedal, ið leiðir kórið. Benjamin hevur drúgvar royndir í kórsangi. Longu sum 10 ára gamal byrjaði hann at syngja í kóri, og hann hevur sungið síðan. Benjamin hevur tikið fleiri skeið í kórleiðslu, og í 2010 byrjaði hann sum kórleiðari hjá Húsakórinum í Keypmannahavn. Heimkomin í 2013 tók hann við sum kórleiðari í Vestmanna sangkóri. Benjamin hevur høg mál fyri kórið, samstundis sum hann dugir sera væl at tillaga undirvísinginga, soleiðis at royndir sum óroyndir sangarar kunnu vera við.

Hevur tú hug at syngja við okkum? Set teg so í samband við:

Benjamin Gaasedal tlf. 525051  ella
Rannvá Matras-Olsen tlf. 251429

Vit síggjast í auluni í Vestmanna skúla mánakvøldið 28. august kl. 19.30.