BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

Kommunulæknin - broyttar avgreiðslutíðir um jólini

18.12.2018

Læknaviðtalurnar í Vestmanna, Kollafirði og Norðskála koma at skiftast um at hava opið í jólaferiuni. Hesar dagar verður bert bráfeingis læknahjálp veitt. Fyrispurningar inni á heimasíðuni minlaekni.fo vera ikki avgreiddir hesar dagar. 

Læknaviðtalan í Norðskála hevur opið 20. og 21. desember. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp hesar dagar, kunnu fólk ringja á  tlf 42 30 06.

Læknaviðtalan í Kollafirði hevur opið 27. desember. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp, kunnu fólk ringja á tlf 30 24 20.

Læknaviðtalan í Vestmanna hevur opið 28. desember. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp, kunnu fólk ringja á tlf 42 40 03.

Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum hevur opið sum vant frá kl 16 yrkadagar, og allan dag heiligdagar, á tlf 1870.

Læknaviðtalan í Vestmanna hevur opið aftur sum vanligt frá mikudegnum 2. januar 2019.