BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.05.2018

LÝSINGAR

Stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 28.06.2018


Kommunulæknin í farloyvi

31.05.2018

 

Sagt verður frá, at meðan Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, er í farloyvi, fara skiftandi avloysarar at arbeiða í viðtaluni í Vestmanna, sí niðanfyri.

Tær vikurnar, tá ið viðtalan ikki verður mannað, verða borgararnir í Vestmanna bidnir um at seta seg í samband við viðtaluna í Kollafirði, sum hevur tlf. 30 24 20.

 

Kommunulæknaavloysarar í Vestmanna:
04.06.2018 - 05.08.2018  Ragnar Djurhuus Hammer 
06.08.2018 - 24.08.2018  Davíð Gudnasson 


 



 

Viðtaluhølið í Vestmanna er í Garðatúni 12. 
Telefon: 424 003 
Telefax: 424 661

Telefonin svarar mánadag til fríggjadag kl. 8.00 - 11.00. 
Viðtalan er opin yrkadagar frá kl. 9.

Til ber at bíleggja tíð og at endurnýggja resept á heimasíðuni minlaekni.fo.

Læknavaktin 
Telefon: 1870 
Læknavaktin svarar millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið, tvs. uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. 
Læknavaktin er til fyri at hjálpa tær við sjúku, sum ikki kann bíða, til tín egni lækni er aftur at hitta.

Bráðfeingis læknahjálp 
fæst við at ringja á 112.