BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2018

LÝSINGAR

2 fysioterapeutar
til farloyvisstørv í VEKS

Freist at søkja er 24.08.2018

Konsert við Ólavi Højgaard og vinum úr Vestmonnum

17.01.2018
Konsert

Leygarkvøldið 27. januar 2018 kl. 19.30 verður rimmar útgávukonsert í Bryggjuni.

Nýggja fløgan "Syng meg heim" hjá Ólavi Højgaard er útkomin.
Í tí sambandi fært tú eitt forkunnugt høvi at hoyra gyltu røddina úr Vestmanna saman við vinum úr Vestmonnum, sum hava fylgt honum øll árini.
Legendan Milson Zachariasen verður eisini við á dobro og hawaiiguitar. Milson tók upp og spældi við á fyrstu Vestmann-plátunum. Navnframi Holgar úr Sørvági er eisini partur av tónaliðnum við sínum eyðkenda guitarspæli.

Atgongumerki á 150 kr. verða seld í forsølu á Kommunuskrivstovuni.
Avmarkað atgongd.