BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Móttøka fyri nýggja kommunulæknanum

28.09.2017






 

Mánadagin 2. oktober frá kl.15.00-17.00 eru øll vælkomin í Heilsumiðstøðina at heilsa upp á nýggju starvsfólkini. Bjóðað verður drekkamuður og okkurt gott afturvið.

Gunnhild Helmsdal byrjar í starvinum sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi mánadagin. Hjá henni arbeiðir Maiken Streymoy, sjúkrarøktarfrøðingur.

Susie L. Guttesen hevur fingið fast starv sum heilsufrøðingur í økinum Vestmanna og Kvívík. Susie hevur ábyrgd av børnum undir og í skúlaaldri.

Um Kommunulæknaviðtaluna:

Viðtaluhølið er í Garðatúni 12.
Telefon: 424 003
Telefax: 424 661

Telefonviðtala er mánadag-fríggjadag kl. 8.00-9.00.
Tíðumbiðing, receptir er mánadag-fríggjadag kl. 9.00-12.00.

Læknavaktin - Telefon: 1870
Læknavaktin svarar millum kl. 16:00 og 08:00 gerandisdagar, umframt alt samdøgrið halgidagar og um vikuskiftið, tvs. uttanfyri vanligu upplatingartíðirnar hjá kommunulæknunum. 

Læknavaktin er til fyri at hjálpa tær við sjúku, sum ikki kann bíða, til tín egni lækni er aftur at hitta.

Bráðfeingis læknahjálp fæst við at ringja á 112.