BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 18.06.2019

Navnakapping

22.03.2019

 

Í 2010 bleiv bingjuplássið í Vestmanna flutt uttast í grótbrotið. Síðani tá hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti at skilja burturkastið so væl sum til ber, soleiðis at tað í dag eru móttøkubólkar til flest øll sløg av burturkasti. Harumframt ber til at lata greinar inn at mala til flis, og eisini hevur Dugni eina bingju, har ið til ber at lata lutir v.m. til endurnýtslu.

Vestmanna Bygdarráð heldur, at verandi heiti Bingjuplássið ikki er hóskiligt, og bjóðar við hesum til navnakapping fyri plássið.
Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til virksemið á plássinum.

Sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tú heldur títt uppskotið vera hóskiligt, til Vestmanna Kommunu, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.

Freistin fyri at senda inn uppskot er mánadagin 22. apríl 2019, kl. 12.00. Uppskotið skal sendast til Vestmanna Kommunu, Bakkavegur 8, Postsmoga 91, 355 Vestmanna.

Virðisløn á kr. 3.000 verður latin fyri besta uppskotið.
Vestmanna Bygdarráð velur millum innkomin uppskot og tilskilar sær rættin til ikki at nýta vinnandi uppskotið.