BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 26.03.2019

LÝSINGAR

-

Rottangatøming í Vestmanna

08.01.2019

  

   

Nú byrja fólk frá reinsitænastuni hjá IRF at tøma rottangar í Vestmanna.

IRF heitir á fólk í hesum økjum um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Lesið meiri um rottangatøming, treytir og vegleiðinga her.