BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 18.06.2019

Ruddingardagur 22. juni 2019

17.06.2019


Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 22. juni 2019.

Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Og har verða øll býtt upp í bólkar.
Seinastu árini hava luttakararnir rudda í egnum býlingi, og riggar hetta so mikið væl, at vit gera á sama hátt í ár.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 12.00. Tá møtast øll aftur á Torginum, har ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardagin, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir eru byrjaðir at koma til bygdina.