BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Sambinding í Vestmanna

15.11.2017

Nú verður sambinding eisini í Vestmanna

Integratiónstiltakið, sambinding, ið seinastu árini hevur verið í Runavík, Havn, og Klaksvík, kemur nú eisini til Vestmannar. Vit bjóða øllum til drekka og prát, sum eru áhugað í at knýta bond millum føroyingar, sum hava sín uppruna her og føroyingar, sum hava meira aktivt hava valt at búseta seg her.

Heitið á tiltakinum er eitt orðaspæl. At hava stokkarnar við, tá vit hittast til bindiklubb og aðrar samkomur er føroysk mentan. Her hittast vit til at binda saman bond millum ymiskar mentanir, við ella uttan stokkar og garn.

Sambinding verður á bókasavninum í Vestmanna, eitt mikukvøld um mánaðin, veturin 2017/2018.

Tiltakið verður fyrstu ferð mikukvøldið 22. nov. Kl. 19-21

Øll eru hjartaliga vælkomin – kvinnur og menn!