BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Sjónleikur í Vestmanna: Mín fantastiska skilsmissa

16.03.2018

Vestmanna Kommuna frøist um, at sjónleikur nú aftur verður at síggja í Vestmanna. Hetta er fyrstu ferð, at Tjóðpallurin hevur eina frumframførslu uttan fyri høvuðstaðin, og vit eru ikki sørt stolt av, at júst er í Vestmanna, tað verður.

Tíðindaskriv:

Tjóðpallurin á ferð við komediuni “MÍN FANTASTISKA SKILSMISSA”. Ein romantisk komedia við Kristinu Sundar Hansen í heimskenda og virðislønta einrøðuleikinum eftir Geraldine Aron. 

Angela Kennedy Lipsky er ein kvinna miðskeiðis í lívinum, sum plagdi at vera onnur helvtin av eydnuríka parinum Angela og Max. Max stingur tó av við einum yngri modelli, dótturin flytir út við sjeikinum og eftir situr Angela við hundinum Dexter í stóru familjuhúsunum.

Nýggi veruleikin hjá nýskildu Angelu hevur nógvar øðrvísi, tragiskar og ikki minst komiskar og láturligar støður við sær, sum áskoðararnir hegnisliga verða drignir ígjøgnum av Kristinu Sundar Hansen í leiklutinum sum Angela.

Leikurin varð tilnevndur ein OLIVIER AWARD fyri “Best entertainment” í 2004 og hevur síðan lagt áskoðarar kring heimin flatar í látri. Nú standa Føroyar fyri tørni, sum 29. landið, har leikurin verður pallsettur. 

Frumframførsla verður á Bryggjuni í Vestmanna leygardagin 17. mars, sunnudagin 18. mars kl. 19.30, síðani aftur komandi týs-, miku- og hósdagin kl. 19.30, atgongumerki fáast á www.tjodpallur.fo.

Í samband við at sjónleikurin “Mín fantastiska skilsmissa” verður sýndur á Bryggjuni í Vestmanna, lata hølini upp 1 tíma undan sýning. Silja Strøm og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen hava myndlistaframsýning, umframt at Café Disvoy, gevur tær møguleika at keypa eitt glas av vín, eina øl ella kaffi/te við onkrum góðum afturvið. 

Týðing: Kristina Sundar Hansen
Konsept: Kristina Sundar Hansen & Durita Sumberg Poulsen
Dramaturgur, pallur og hjálparleikstjóri: Durita Sumberg Poulsen
Leiklistarlig ráðgeving: Ágústa Skúladóttir
Ljósdesign, video og pallmynd: Turpin Napoleon Djurhuus
Ljóðmynd: Pauli Magnussen

Leikari: Kristina Sundar Hansen

Myndir: ©Tjóðpallur Føroya / Ólavur Frederiksen
Plakatmynd: Høgni Heinesen