BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Skipanin Mín lækni er nú tøk í Vestmanna

15.11.2017









Sum nakað nýtt bjóðar Kommunulæknaviðtalan í Vestmanna nýggju skipanina Mín lækni.
Við skipanini ber til hjá borgarunum at bíleggja tíð til læknaviðtalu og at endurnýggja reseptir.
Eisini ber til at finna hentar upplýsingar.

Far inn á heimasíðuna minlaekni.fo. Á framsíðuni velur tú læknadømi, í okkara føri Norðstreymoyar læknadømi. Trýstir tú á kommunulæknan Gunnhild Helmsdal, kemur tú inn á síðuna hjá Kommunulæknaviðtaluni í Vestmanna, har ið til ber at bíleegja tíð og endurnýggja resept, umframt at til ber at síggja ymsar hentar upplýsingar.