BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Sólorkuskipanin framleiðir elorku

20.07.2005

Sólorkuskipanin sum Vestmanna Kommuna og SEV hava staðið fyri at fáa sett upp í Vestmanna Skúla, er umsíðir farin at framleiða elorku.

 

Hetta er ein royndarverkætlan, sum skal vísa okkum hvussu nógv ein slík skipan kann framleiða, í mun til hvussu veður og dagsljós er.

 

Ætlanin er at øll skulu kunna síggja á alnótini, hvussu nógv skipanin framleiðir. Hetta arbeiði verður væntandi gjørt eftir summarfrítíðina.

 

Kostnaðurin fyri verkætlanina er býttur millum SEV og Vestmanna Kommunu.