BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2018

LÝSINGAR

2 fysioterapeutar
til farloyvisstørv í VEKS

Freist at søkja er 24.08.2018

Spæliliðið fingið prógv

08.06.2018





 

 

Á hugnaligari samkomu í morgun fekk spæliliðið í Vestmanna Skúla handað prógv frá borgarstjóranum.

Spæliliðið er eitt lið av næmingum í 7. flokki, sum hevur til uppgávu at vera saman við yngru næmingunum nøkur fríkorter um vikuna.

Endamálið hjá spæliliðinum er at seta í gongd spøl í fríkorterinum, at elva og eggja til felagsskap og at fáa teir yngru næmingarnar at røra seg meira. Hetta verður gjørt undir herrópinum: meira rørsla, betri trivnaður.