BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spæliliðið hjá Vestmanna Skúla á vitjan

21.06.2017

Spæliliðið hjá Vestmanna Skúla á vitjan

Spæliliðið er eitt lið av næmingum í 7. flokki, sum aktiverar yngru næmingarnar nøkur fríkorter um vikuna. Hetta verður gjørt við spølum av ymsum slag.

Endamálið hjá spæliliðinum er at seta spøl í gongd í fríkorterunum, at eggja til felagsskap og at fáa teir yngru næmingarnar at røra seg meira. Hetta verður gjørt undir herrópinum: meira rørsla, betri trivnaður.

Borgarstjórin tók ímóti og bjóðaði teimum frukt og okkurt at leska sær við. Hann takkaði spæliliðinum fyri teirra átak og gav teimum skreytblað afturfyri.