BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2018

LÝSINGAR

2 fysioterapeutar
til farloyvisstørv í VEKS

Freist at søkja er 24.08.2018

Starvslýsing eftir Sjúkrarøktarfrøðingi til VEKS Vestur

08.06.2018

Sjúkrarøktarfrøðingur til VEKS

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi í starvsbrøki 0,8 at seta 1. juli 2018.

Starvsbrøkur kannbroytast eftir avtalu við leiðaran.

Starvið er í blandaðum vaktum og í miðal 2. hvørt vikuskifti.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði sum einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

Starvsstaðið er út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Førleikar 

·        Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

·        Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran. 

·        Lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.

·        Hug til at halda teg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.

·        Telduførleika á brúkarastøði.

·        Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

·        Dynamiskt og fjølbroytt starv 

·        Dugnaligar starvsfelagar

·        Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·        Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20.06.2018.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Miu Pedersen, leiðara, á tlf. 793231.