BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 26.03.2019

LÝSINGAR

-

Stórfingin jóla- og stuðulskonsert í Vestmanna kirkju týskvøldið 11. des. kl. 19.00

10.12.2018

 

Stuðulskonsertin hjá Vestmanna kirkju til frama fyri Barnabata og tiltakið "Í menniskjum góður tokki", verður týskvøldið 11. desember kl. 19.00​ í Vestmanna kirkju.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, har kend og minni kend fólk framføra nýggjan og gamlan tónleik. Í ár eru bæði einstaklingar, kór og bólkar á skránni. Onkur teirra hevur verið við fyrr, onkur er við fyri fyrstu ferð. Fleiri teirra hava tilknýti til Vestmanna, og øll vilja tey geva sítt íkast til hugna og stuðul til frama fyri tey, sum ikki hava so góðar umstøður at halda jól. Her er tónleikur til øll, ung sum gomul, og lagt er upp til eitt sera hugnaligt og hendingaríkt kvøld.

Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata pening í krukkur, sum eru settar í forkirkjuna. Alt, sum inn kemur, fer óskert til Barnabata.

Tey luttakandi eru:
Vestmanna kirkjukór​
Kritahvítt, sum eru Lea Kampmann, Birita Dam og Anna Sofía Jørgensen
Halleluja Sofus
Greta Svabo Bech
Blátt Gras
Vár Isaksen
Magni Christiansen
Vestmanna Sangkór