BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.09.2019

LÝSINGAR

-



Stórur áhugi fyri ferðaleiðaraskeiði í Vestmanna

26.08.2019


Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðara í Føroyum. Mikudagin í farnu viku byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna. Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum.

Nýggja skeiðið er umleið 200 tímar tilsamans, og teoretiska frálæran er skipað hvørt mikukvøld á Miðnámi í Vestmanna. Skeiðið er annars býtt upp í hesar tríggjar partar: Ein vitanarpart um Føroyar sum ferðamannaland, ein praktiskan part við venjingum og ein verkætlanarpart, har næmingarnir skulu skriva eina sjálvstøðuga verkætlan í mai 2020. Verkætlanin er samstundis grundarlag fyri endaligu próvtøkuni.

Í fyrraárið skipaði Miðnám í Vestmanna skipaði eisini fyri einum ferðaleiðaraskeiði, og tá fingu 19 fólk prógv sum ferðaleiðarar. Fleiri av hesum hava síðan arbeitt sum ferðaleiðarar part av árinum.