BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Størv í VEKS

18.09.2018

Størv í VEKS

Søkt verður eftir heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingi

 Til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi:

·        Heilsuhjápara við brøki 0,8

·        Sjúkrarøktarfrøðingi við brøki 0,7

·        Heilsuhjálparum ella heilsurøktarum við brøki 0,7

 Til Korndalsbýlið á Eiði:

·        Heilsurøktara við brøki 0,7

·        Heilsuhjálpara við brøki 0,5

  Byrjunardagur

Skjótast tilber

 Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum hava:

 ·        Viðkomandi útbúgving

·        Jaligan hugburð til virksemið, møguligar neyðugar broytingar og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·        Telduførleika á brúkarastøði.

·        Koyrikort til persónbil.

 Vit kunnu bjóða

 ·        Fjølbroytt størv

·        Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·        Skipaða innleiðslu

 Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.foella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. septembur 2018 kl. 12.

 Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·        Kirstin Jensen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793252.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo