BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Størv leys at søkja

15.02.2017

Í løtuni eru hesi størv hjá Vestmanna Kommunu leys at søkja:

Arbeiðsfólk til bingjuplássið
Søkt verður eftir arbeiðsfólki til at taka sær av móttøkuni á bingjuplássinum í Vestmanna at byrja skjótast til ber. Talan er um parttíðarstarv á umleið 15-18 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: at skipa móttøkuna av burturkasti, at taka ímóti og vegleiða borgarunum um skiljing av burturkasti, at arbeiða fyri at minka um samlaðu nøgdirnar av burturkasti, hava ábyrgdina av at halda bingjuplássið rudduligt og reint, at mala greinar o.a. og aðrar fyrifallandi uppgávur.
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. februar 2017, kl. 10.

Námsfrøðingar til dagstovnaøkið
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber. M.a. hava vit tørv á námsfrøðingi at vera um barn við serligum tørvi.
Talan kann vera um fulltíðarstarv ella starv í niðursettari tíð.
Freistin at søkja størvini er mikudagin 1. mars 2017 kl. 12.

Tú kanst lesa meira um størvini á vestmanna.fo