Tað loysir seg at gera ruddingarátøk viðhvørt

06.07.2005

Tað loysir seg at gera ruddingarátøk viðhvørt, sjálvt um hetta kann tykjast møtimikið til tíðir. Vælvitandi hava nógvir borgarar í bygdini verið ilskir inná viðurskiftini í grótbrotinum uttanfyri Grønanes (í Stóragerði).

Eftir miðvíst arbeiði í eitt hálvt ár, er komið væl áleiðis. Leiguøkini sum eru á økinum, eru skild frá restini av økinum við einum 2,5 metur høgum trægarði og óviðkomandi órudd er ruddað burtur.
Heitt verður tí við hesum á allar vestmenningar, um at standa saman og virða hetta átak sum nú er gjørt, og sum flest øll eru glað fyri.

Í 2006 er ætlanin at halda fram við at hampa um staðið, við asfaltering, ljósi, grønum økjum og øðrum tiltøkum.