BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Ung í arbeiði 2017

08.06.2017

 

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum at rudda, lúka og fríðka.

Tíðarskeið
Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni til og við fríggjadagin 30. juni 

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.

Løn
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðiarløn.

Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Í tilmeldingini skal upplýsast, navn, adressa, teldupostadressa, p-tal og kontunummar.
Seinasta freist at melda til er hósdagin 15. juni 2017.