BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Væleydnaður ruddingardagur

04.06.2018

Eini 50 fólk luttóku á árliga ruddingardegnum í Vestmanna, sum var leygardagin 2. juni. Veðrið var av tí besta, og fólk hugnaðu sær óført.

Dagurin var skipaður soleiðis, at fólk blivu býtt upp í bólkar alt eftir, hvar í bygdini tey búðu. Ein stórur partur av bygdini bleiv ruddaður í teir 2-3 tímarnar. Aftaná fingu luttakararnir okkurt leskiligt á Reyða Torgi.

Árligu ruddingardagarnir hava verið í nógv ár nú, og teir gera heilt víst mun. Eisini skipa dagstovnarnir og skúlin fyri ruddingardøgum, umframt at kommunan hevur starvsfólk, sum rudda dagliga.
Vestmanna Skúli luttók í strandaruddingini í ár, og ruddaði alla fjørðina – frá Grønanesi og inn á Fjørð. Tilsamans funnu næmingarnir eini 600 kg av óruddi, har tað mesta var plastikk. Alt hetta var funnið, hóast grøni umsjónarmaðurin hjá kommununi ruddar fram við fjørðuni hvørja viku.