BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

VD 2018 - Uppboðssøla til frama fyri bussin

13.08.2018

Á komandi Vestmannadøgunum, sum verða í døgunum 17. - 23. septembur 2018 ætlar áhugabólkurin á Heiminum á Grønanesi at skipa fyri eini uppboðssølu av listamálningum.

Uppboðssølan verður skipað soleiðis, at allir áhugaðir listamálarar – royndir, sum óroyndir – fáa møguleikan at selja áhugabólkinum ein málning fyri ein avtalaðan minstaprís.

Síðani verður málningurin settur á almenna uppboðssølu á heimasíðuni hjá VEKS og Facebook-síðu, har øll kunnu leggja boð inn.
Endin á uppboðssøluni verður leygardagin 23. septembur í Vestmanna Ítróttarhøll, har seinasti møguleikin verður at bjóða upp á málningarnar.

Verða málningar seldir fyri meir enn minstaprísin, fer yvirskotið til bussinnsavningina.
Kemur onki keypsboð, upp um minstaprísin, fellur málningurin aftur til listafólki.

Áhugabólkurin vónar, at hetta tiltak hevur tygara áhuga og harvið kemur at stuðla innsavningini til bussin, samstundis sum hetta kann vera ein góð reklama fyri listafólki.

Meira kunning um málningarnar og um hvussu bjóðað verður, kemur fyrst í septembur mánaði. 

Vinarliga
Áhugabólkurin á Grønanesi