BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 18.06.2019

Veks søkir eftir heilsuhjálpara, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingi

11.03.2019

 Størv í Heimatænastuni í VEKS

 Vit sóknast eftir

·        Heilsurøktara, brøk 0,7 til Røktarheimið á Mørkini

·        Heilsurøktara, brøk 0,7 til Korndalsbýlið

·        Heilsuhjálpara, brøk 0,8 til útiøkið í Sundalagnum

·        Sjúkrarøktarfrøðingi, brøk 0,6 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

 Byrjunardagur

Skjótast tilber.

 Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·         Viðkomandi útbúgving og góðkenning

·        Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·        Telduførleika á brúkarastøði.

·        Koyrikort til persónbil.

 Vit kunnu bjóða

 ·         Fjølbroytt størv

·        Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·        Skipaða innleiðslu

 Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.foella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mars 2019, kl. 12:00.

 Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·        Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo