BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Vestmannadagar 2017 - Marknaðardagur

04.09.2017







Leygardagin 16. september kl. 13.00 – 16.00 verður skipað fyri Marknaðardegi í Ítróttarhøllini.

Tað, sum tú ikki longur hevur brúk fyri, kann vera júst tað, onkur annar leitar eftir. So hevur tú búnýti, leikur, klæðir, innbúgv ella okkurt heilt annað, ið tú ynskir at selja, hevur tú nú møguleikan.

Borð verða sett upp í Ítróttarhøllini, har ið tú kanst selja tínar lutir.
Til ber at fáa eitt borð frá kl. 12. Tú setir upp, selur og ruddar av sjálv/-ur. 

Avmarkað nøgd borðum og tí er neyðugt er við tilmelding. Tilmelding fer fram við at ringja á tlf. 770 100 í seinasta lagi fríggjadagin 15. september kl. 13. Tað er ókeypis at luttaka.

Spurningar kunnu setast til Maud Poulsen, tlf. 770 102.