BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmannadagar 2017 - skrá

01.09.2017

 

Skráin til Vestmannadagarnar verður borin í hvørt hús í vikuskiftinum og mánadagin.
Til ber eisini at lesa skránna her.

Hetta er fimtu ferð, skipað verður fyri Vestmannadøgum. Vit eru ovfarin av, hvussu góða undirtøku dagarnir fáa, og vísir hetta okkum heilt greitt, at tørvur er á slíkum tiltøkum. Vit koma og hugna okkum, læra kanska okkurt nýtt. Eisini fólk úr øðrum bygdum leita sær til Vestmanna hesa vikuna, og tað eru vit takksom fyri.

Nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður.
Skipað verður m.a. fyri fyrilestrum og framløgum, framsýningum, tónleiki, áhugaverdum gongutúrum í bygdini, og eisini fiskikapping. 

Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Longu hava fleiri vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til, men tørvur er á enn fleiri hondum J Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmannadøgunum, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Vit taka eisini fegin ímóti hugskotum til komandi Vestmannadagar.

Góðar Vestmannadagar!