BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Vestmannadagar 2018 - broytingar í skránni

13.09.2018


Nakrar broytingar eru gjørdar í skránni til Vestmannadagarnar 2018:

Fyrilesturin, sum SEV fer at hava um pumpuskipan í Vestmannaøkinum, týskvøldið 18. sept. kl. 19.00 er fluttur niðan í kantinuna í Heilsumiðstøðini. Av tí sama er listaframsýningin í hølunum stongd hetta kvøldið.

Ein onnur broyting í skránni er, at strekkið, har ið Betri vinir - bamsurenningin verður, er broytt nakað. Børnini renna frá Reyða Torgi, út til brúnna um Gjógvará og inn aftur á Torgið, og also ikki oman á keiina.

Her kanst lesa dagførdu skránna fyri Vestmannadagarnar 2018