BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Vestmannadagar 2018 - kapping í leirdúgvuskjóting

12.09.2018

Leygardagin 22. september kl. 12.00 verður skipað fyri kapping í leirdúgvuskjóting á skjótivøllinum úti á Berg.
Kappingin er treytað av nóg stórari tilmelding.

Skotið verður í trimum bólkum: óvandir skjúttar, vandir skjúttar og børn 12 ár og eldri. Aftaná er grilling á skránni.

Tilmelding fer fram á tlf. 255460 ella úti á Berg eitt av kvøldunum í vikuni.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. sept. kl 20:00.

Kostnaður fyri kappingina og grill er 80 kr.