BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Vestmannadagar 2018 - skrá

07.09.2018


Skráin til Vestmannadagarnar 2018 verður borin í hvørt hús í vikuskiftinum.
Til ber eisini at lesa skránna her.

Aftur hesuferð er nógv á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið á Vestmannadøgum áður.

M.a. verður skipað fyri stafettrenning fyri børn undir skúlaaldur, Miðnám hevur barnabiograf, fyrilestrar og ein tilfeingisbasar, framsýningar vera á brandstøðini, í kjallaranum í heilsumiðstøðini og í Faktorhúsunum á Fitjum. Fyrilestrar og gongutúrar við frásøgufólkum eru eisini á skránni, og tónleikur hvørt kvøld.

Stóri dagurin er leygardagin 22. september, sum byrjar við morgunmati í ítróttarhøllini. Seinnaparturin er fyltur við nógvum spennandi tiltøkum s.s. kapping í leirdúgvuskjóting, hondbóltsreypi, gongutúrur niðan í gjónna og ein í viðarlundini.

Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Longu hava fleiri vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til í ár, men tørvur er á enn fleiri hondum. Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við Vestmannadagarnar, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.

Vit taka eisini fegin ímóti hugskotum til komandi Vestmannadagar.