BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

Vestmannadagar 2018 - skráin mánadagin 17. sept.

17.09.2018





  


Í dag byrja Vestmannadagarnir 2018, og vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin til alskyns tiltøk, sum vera gjøgnum vikuna.

Á skránni í dag eru hesi tiltøk:

Kl. 13.00 - 23.00 Krambúðin – heimavirki og kaffisøla – Johnsa handil
Í íbúðini er hugnalig kaffistova, har høvi er at keypa sær te, kaffi, heimabakaða køku og toast.
Krambúðin hevur nógva dygdargóða heimavirkaða vøru til sølu.

Kl. 16.00 Betri vinir bamsurenning – Reyða Torg
Børnini í barnagarðsaldri (3 - 7 ár) fara at renna bamsurenning frá Reyða Torgi, út til brúnna um Gjógvará og inn aftur á Torgið. Foreldrini eru vælkomin at renna saman við teimum smærru børnunum. Foreldrini melda børnini til renningina á dagstovnunum í seinasta lagi hósdagin 13. sept. 2018.
Barnabati og dagstovnarnir í Vestmanna Kommunu skipa fyri renningini, sum skal varpa ljós á Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.

Kl. 17.00 - 19.00 Leirdúgvuskjóting – úti á Berg
Vestmanna Byrsufelag skipar fyri leirdúgvuskjóting, har ið óroynd eru vælkomin at royna seg. Aldursmarkið er 12 ár. Kostnaður fyri 10 skot er einans kr. 20. Eisini er høvi at tekna seg sum lim í felagnum.
Leygardagin verður kapping og grill. Sí meira undir leygardegnum: Kl. 12.00 Skjótikapping – úti á Berg.

Kl. 19.00 Setan av Vestmannadøgunum – í kantinuni í Heilsumiðstøðini
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, setir Vestmannadagarnar, og Kirstin og Pauli framføra.
Setanin fer fram í nýinnrættaðu kjallarahæddini í Heilsumiðstøðini. Fólk eru í hesum sambandi vælkomin at hyggja seg um í hølunum, sum skúlakantinan og frítíðarstovan fara at húsast í.

Kl. 19.00 – 21.00 Listaframsýning – í kantinuni í Heilsumiðstøðini
Gyðja H. Didriksen, Martin Joensen, Laila Nikolajsen, Heidi Petersen og Ann-Mari Mouritsen sýna fram egin listaverk.
Flestu listaverkini eru til sølu.

Kl. 20.00 – 22.00 Framsýning og hugleiðingar hjá Vestmanna Sløkki- og bjargingarliði – Brandstøðin
Framsýning við nýggjari og gamlari útgerð og myndum hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði.
Kl. 20.00 hugleiðir Niels Th. Pedersen um søguna hjá brandliðnum í Vestmanna frá byrjan til dagin í dag.

Kl. 22.00 Tónleikacafé við Jens Marna – í Vektarbúðini
Hugnalig tónleikacafé verður í Vektarbúðini, har Jens Marni Hansen framførir.

Í íbúðini er høvi at keypa sær okkurt gott til góman. Eisini er Krambúðin opin.