BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Vetrarfriðing

14.02.2017

Hegningin í samband við vetrarfriðing av Vestmanna er nú liðug. Nú manglar bert at gera portur, smogur og aðrar fyriskipanir til tess at koma um hegnið.

Fram til 15. mai, tá seyðurin skal av bønum, tvs. út um gomlu bøgarðarnar, sokallaða summarhegnið, verður ein royndartíð.

Í hesum tíðarbili verður heitt á íbúgvarnar um at siga frá, um seyður sæst innanfyri nýggja hegnið. Komunan skal síðani syrgja fyri, at seyðurin verður rikin út um hegnið. Eisini verður heitt á íbúgvarnar um at siga frá, um tit síggja, hvar seyður kemur inn um hegnið ella møguliga kann koma inn um hegnið – eisini um skaði er á hegninum, har seyður kann koma inn um.

Vetrarfriðingin kemur ikki at hava fullan virkna uttan so, at væl verður gingið um, tvs. at portur verða afturlatin, tá farið verður um tey, og at fólk ikki kleytra uppum hegnið, men heldur ganga til nærmasta portur, ella har fyriskipan er gjørd til tess at koma um hegnið.