BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

VSJ – rimmar konsert á Staðnum fríggjakvøldið 21. des. kl. 21

17.12.2018


Staðið fer í jólafrí fríggjakvødið 21. desember og sjálvandi verður tað gjørt við einum rimmar braki av eini konsert við VSJ. Konsertin byrjar kl. 21.

Føroyingar hava av álvara tikið tónleikin hjá VSJ til sín, og teir hava m.a. spælt á stóra pallinum á Summarfestivalinum í summar. Komandi summar fara teir at spæla á VoxBotn, men fyrst er tað Vestmanna!!!

Flestu munnu kenna fleiri av sangunum hjá VSJ, m.a. Something Magical og Awesome Time.
Fyri stuttari tíð síðani lat VSJ eitt nýtt videolag úr hondum. Talan er um sangin God’s Work, sum verður sungin saman við Daniu O. Tausen.
Trýst á leinkjuna fyri at síggja videolagið https://www.youtube.com/watch?v=2E6tMYUkVxk

Atgongumerki á 80 kr. verða seld í forsølu á Kommunuskrivstovuni.
Verið skjót, tí nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað.