Nógv arbeiðir eru í gongd

30.09.2016

 Nógv arbeiðir eru í gongd

Garðavegur
Á Garðavegi manglar at asfaltera gongubreytirnar, at hampa lendið fram við ovara borði á nýggja teininum og at seta bilverju eftir niðara borði í Mikkatrø.

Fyrireikingarnar til asfaltering av gongubreytini frá Toftavegi niðan í Garðar eru byrjaðar, og gongubreytin verður asfalterað fyrsta dagin.

Ætlandi verður byrjað uppá fyrireiking, uppseting av autoverju og asfaltering av gongubreytini í Mikkatrø, tá gongubreytin frá Toftavegi niðan í Garðar er liðug.

Laðing og hamping fram við ovara borði á Garðavegi frá Toftavegi niðan í Garðar verður ætlandi uppafturtikið í aðru viku.

Bøgøta og Skálavegur
Gongubreytin fram við Bøgøtu frá Skálavegi niðan til Toftaveg verður gjørd av nýggjum. Kantsteinarnir eru lagdir og gongubreytin verður nú hampað og gjørd klár til asfaltering. Síðani verður hesin parturin av Bøgøta og Skálavegur asfalterað.

Ovari Vegur
Teinurin frá vegnum oman á Heygar og inneftir er uppgrivin, og nýtt tilfar koyrt í. Enn manglar at leggja veitingarnar í rennu í niðara borði, at leggja kantsteinar til gongubreyt í ovara borði og at asfaltera. Tá vegurin er liðugt grundaður, verður hildið áfram við teinunum omanfyri omankoyringina á Heygar. Ímeðan arbeitt verður á hesum teini, verður ikki koyrandi oman á Heygar. Tá hesin teinur er liðugur, verður hildið áfram úteftir, og tá verður koyrandi oman á Heygar innanífrá.

Niðari Vegur
Liðugt er at fylla upp á teininum innanfyri Seglhúsið. Vestmanna Kommuna valdi her at gera skráa oman í fjøruna, heldur enn at stoypa stuðlamúr undir vegin. Fyri at kunna gera skráan, varð neyðugt hjá kommununi at ognast neyst og neystalendir innanfyri Seghúsið. Hetta er gjørt í samráð við eigararnar – hesir fáa neyst og neystalendi aðrastaðni.
Nú uppfyllingin er liðug, skal gongubreyt gerast í niðara borði og teinurin asfalterast.