Nógv virksemi á kaiøkinum

24.09.2015

Í morgun kom farmaskipið Silver Horn á Vestmanna eftir 520 tonsum av frystum makreli frá Vestmanna Seafood.

Nógv arbeiði hevur verið á Vestmanna Seafood. Arbeitt hevur verið í 12 skiftisvaktum við 15 fólkum á dagvaktini og 10 fólkum á kvøldvaktini.

Fyrr í vikuni kom Fram á Vestmanna við 480 tonsum. Góð 100 tóns vóru landað í Vestmanna, áðrenn Fram fór til Suðuroyar at landa nakað av lastini. Fram kom aftur á Vestmanna í morgun - 60 tons afturat eru landað, men meira verur landað í kvøld, tá Silver Horn er farin avstað aftur.

Á Vestmanna Seafood arbeiða tey 80 tons av makreli um døgnið.