BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag er stovnað

10.07.2014

Stovnandi aðalfundur hjá Norðstreymoyar Heimavirkisfelag var í hugnaligu Vektarbúðini í Vestmanna. Fitt av fólki møttu, og vórðu 45 limir teknaðir.

Nevnd varð vald og skipað soleiðis: forkvinna Barbara Brattaberg, skrivari Maud Poulsen og kassameistari Malan Stórá.

Við stovnanini av Norðstreymoyar Heimavirkisfelag verður høvi at selja heimavirkaða vøru í Vestmanna alt árið, og somuleiðis verður møguleiki fyri at keypa sær kaffi og køku í kaffistovuni.

Opið er mána- leygardag, kl. 13.00-17.00 frá ídag, 10. juli og fyribils til 16. august. Eftir hetta verða upplatingartíðirnar møguliga broyttar.

Øll kunnu gerast limir í felagnum, hetta kann gerast við at koma í caféina, at skriva til barbarabrattaberg@gmail.com, ella við at ringja til Barbaru á 224702.

Sáttmálið er gjørdur um at leiga íbúðina og handilin hjá Niels hjá John. Ætlanin er at hava kaffistovu í íbúðini og at selja heimavirkaða vøru í gamla handlinum.

Ókeypis Wifi er í kaffistovuni, og fyrstu dagarnar verða innkomnu vørurnar somuleiðis í kaffistovuni.

Talan er um eitt trivnaðar- og mentanarligt átak, sum skal vera trivnaðinum í bygdini at frama.

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at alt arbeiði verður gjørt sjávboðið og ólønt.

Stórur áhugi er millum limirnar at passa handilin og kaffistovuna, og vóna stigtakararnir, at enn fleiri limir tekna seg, so at tiltakið verður varðandi.