Nú kemur Onion Tree

18.02.2010

Konsertin, sum skuldi vera í síðsta mánað, er nú aftur á skránni.

Onion Tree hevur Konsert á Staðnum í kvøld hóskvøldið 18. februar kl 20

OnionTree er rokk-punk bólkur, sum júst hevur útgivið sína fyrstu fløgu. Tað er ein sokallað EP, sum inniheldur 4 løg.
Bólkurin er nýggjur, men hevur spælt til nógv tiltøk seinasta árið, herundir hevði bólkurin konsert á Staðnum í februar í fjør.

Á Planet Awards 2009 varð bólkurin valdur til Ársins nýggi bólkur.

Manningin í Oniontree er Sigmund Jørgensen, gittar og sang. Fríði Tanggaard Bjørgvin, gittar og kór. Jan Mýrá, bass. Magnus Ovason, trummir.