BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Nýggj byggilóg

30.05.2013


Nýggj byggilóg

Nýggj byggilóg, løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a., kom í gildi 1. apríl í ár.
Sambært grein 1 í lógini er endamálið at tryggja, at bygningar verða bygdir á skynsaman hátt og samsvarandi góðari venju innan byggivinnuna, og sambært stk. 2 í greinini skulu bygningar byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mát, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.

Grein 2 staðfestir, at byggingin fevnir um nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum.
   Stk. 2. Bygningar sambært stk.1 eru umframt bústaðarbygningar eisini aðrir bygningar, sum verða nýttir til vinnuendamál, fyrisiting, at hýsa tænastum til almenningin ella til frítíðarítriv og tílíkt.
   Stk. 3. Lógin fevnir eisini um niðurtøku av bygningum.
   Stk. 4. Bygningur, hvørs byggiloyvi er útskrivað, áðrenn lógin kom í gildi, er ikki fevndur av lógini.
Hetta er tó ikki galdandi fyri umbygging, umvæling, broyting av nýtslu og tílíkt í førum, har søkt verður um byggiloyvi eftir, at lógin kom í gildi.

Sambært grein 9 skal umsókn um loyvi at byggja skal sendast kommunala byggimyndugleikanum.
Sambært stk. 2 skal umsóknin vera skrivlig, og hjálagt skulu vera allar viðkomandi upplýsingar um byggingina, og sambært stk. 3 kann kommunali byggimyndugleikin umframt upplýsingar sambært stk. 2 krevja aðrar upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerðina av umsóknunum, heruppií formkrøv til umsóknartilfarið, og at tilfarið skal vera talgilt.

Eftir grein 10 kann ikki farast undir at byggja, fyrr enn skrivligt byggiloyvi er fingið til vega frá kommunala byggimyndugleikanum.
   Stk. 2. Um farið verður undir at byggja, áðrenn byggiloyvi sambært stk. 1 fyriliggur, skal kommunali byggimyndugleikin geva boð um at steðga byggingini.
   Stk. 3. Eitt byggiloyvi kann verða býtt í partar, um kommunali byggimyndugleikin metir, at byggingin kann byrja, uttan at endalig greiða er fingin á øllum viðurskiftum ella stigum í byggingini.
   Stk. 4. Letur kommunali byggimyndugleikin umsøkjara eitt treytað byggiloyvi, skal tað í loyvinum týðiliga vera ásett, hvørjar treytir tað snýr seg um við tilvísing til heimildargrundarlagið.
   Stk. 5. Kommunali byggimyndugleikin ásetir, nær byggingin skal byrja, tó í seinasta lagi 2 ár eftir, at byggiloyvið er latið. Er byggingin ikki byrjað innan ásettu tíð, fellur byggiloyvið burtur.
   Stk. 6. Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum áseta freist fyri, nær byggingin skal vera liðug.

Grein 11 fyriskrivar, at fyri bygging á økjum, har eingin góðkend byggisamtykt er, krevst eisini byggiloyvi frá kommunala byggimyndugleikanum.

Lógin sæst á her og eisini undir bygging  á heimasíðuni hjá kommununi.

Annars sæst eisini undir bygging á heimasíðuni, hvat skal sendast inn saman við umsókn um byggiloyvi.