Nýggj byggisamtykt

Í eina tíð hava tekniska deild og tekniska nevnd arbeitt við at gera eina nýggja byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu.

Gamla byggisamtyktin var upprunaliga bert galdandi til 2003, men hevur við ymsum broytingum ávegis tó framvegis verið brúkt.

Vestmanna Bygdarráð samtykti uppskotið til nýggja byggisamytkt á fundi 26. august 2008.

Almenna framløgan var frá 3. til 24. september 2008, og kærufreistin var 3. desember 2008.

Kærur og broytingaruppskot vóru viðgjørd á bygdarráðsfundi 16. desember 2008, og málið varð sent Innlendismálaráðnum 19. desember 2008.

Býarskipanarnevndin kom við sínum áliti tann 16. apríl 2009.

Innlendismálaráðið sendi tann 20. apríl 2009 álitið áfram til Vestmanna Kommunu til viðmerkingar.

Bygdarráðið samtykti á fundi 28. apríl 2009 at taka viðmerkingarnar frá Býarskipanarnevndini til eftirtektar.

Í skrivi, dagf. 2. juli 2009, boðar Innlendismálaráðið frá, at ráðið tekur undir við viðmerkingunum frá Býarskipanarnevndini og ætlar at góðkenna, at byggisamtyktin verður broytt í samsvar við hesar viðmerkingar.

Innlendismálaráðið heitir í skrivinum á kommununa um at senda rættað tekst- og kortskjøl til góðkenningar og átekningar.

Hetta ger kommunan við skrivi dagf. 9. juli 2009.

Við skrivi, dagf. 15. september 2009, og við átekningum sama dag á tekst- og kortskjøl góðkennir Innlendismálaráðið nýggju byggisamtyktina fyri Vestmanna Kommunu.

Skjølini til nýggju byggisamtyktina síggjast sum pdf-skjøl á heimasíðuni undir Bygging og bústaður, Bygging og Byggisamtykt fyri Vestmanna Kommunu.