BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Nýggj fyritøka í Vestmanna

05.11.2013

AJ-Service

Eftir at hava starvast á Hotel Føroyum í 10 ár sum húsavørður, hevur Agnar Joensen stovnað sína egnu húsavarða- og
handverkarafyritøku, ið hevur fingið navnið AJ Service.

Egnan húsavørð og handverkara:
Nú er møguleiki hjá Vestmenningum o.ø, at ogna sær sín egna húsavørð og handverkara til stór og smá
arbeiði. Tað vísur seg, at tað eru fleiri í Vestmanna, ið hava ymiskar uppgávur, ið tey antin ikki duga, ella
ikki hava tíð til. Tað kann vera alt frá at montera eina vaskmaskin til at orna urtagarðin o.m.a.

Agnar átekur sær m.a:
maskinarbeiði, rørarbeiði, timburarbeiði, máliarbeiði, betongarbeiði, flisaarbeiði, glasfiburarbeiði, urtagarðsarbeiði og vaskiarbeiði uttandurða.

Samband:
AJ-Service
V/ Agnar Joensen
Tlf. 289090
aj-service.com

Vestmanna Kommuna ynskir Agnari góða eydnu við fyritøkuni.